Fyrr í tíðini var mangan hættisligt at vera kvinna, tí tú kundi verða skírd heks, gívur, gandakelling, groyggj, gandakona, gandahít, trøllkona ella trøllkelling.
Sára Malena Guttormsdatter í Skúgvi segðist duga gand, og søgurnar um hana vóru mangar. Sólrun Michelsen hevur bygt sína skaldsøgu á søgnina um hana.