
Sign up to save your podcasts
Or


"Skál" er ein góður filmur. Hann gjørdi meg eitt sindur keddan, men meira enn tað, takksaman. Tí hann lýsir veruleikan, sum hann faktist er í Føroyum beint nú. Og tað gera vit rætt, at fyrihalda okkum til við umhugsni og erligheit.
Triðja innslag í bókamánaðinum, sum nú reint tekniskt er blivin meira enn ein mánaði langur. Ikki so farligt.
Charles Camosy er dosentur á Fordham University, har hann undirvísur í gudfrøði og samfelagsetikki. Í hesum partinum tosi eg við hann um hansara nýggjastu bók, Resisting Throwaway Culture: How a Consistent Life Ethic Can Unite a Fractured People.
Charlie viðmælir bókina hjá Daniel K. Williams, sum eitur Defenders of the Unborn: The Pro-Life Movement before Roe v. Wade.
(Hin samrøðan, eg gjørdi við Charlie, er ikki longur online, tíverri.)
Bókamánaðin apríl 2021 heldur áfram.
Í hesum partinum tosi eg við David Goodhart um bøkurnar hjá honum, Head Hand Heart: The Struggle for Dignity and Status in the 21st Century (2020) og The Road to Somewhere: The New Tribes Shaping British Politics (2017).
David viðmælir The Master and His Emissary: The Divided Brain and the Making of the Western World (2019) hjá Ian McGilchrist.
Aprílmánaði er bókamánaði. Hendan mánaðin fari eg at tosa við (í hvørt fall) fýra rithøvdunar, sum hava skrivað nakrar av teimum bestu bókunum, eg havi lisið í seinastuni.
Tann fyrsti er R.R. Reno, sum hevur skrivað Return of the Strong Gods: Nationalism, Populism, and the Future of the West.
Rusty, sum hann eitur, er ritstjóri á First Things. Hann skrivaði eisini Resurrecting the Idea of a Christian Society, sum eg las fyri nøkrum árum síðani og mær dámdi.
Reno viðmælir Two Cities hjá Andrew Willard Jones, sum ikki er komin út enn og eg tí ikki kann linka til. Hann skrivaði til mín aftaná samrøðuna og bað meg siga, at hann eisini viðmælir tí nýggjastu hjá Ryszard Legutko, The Cunning of Freedom: Saving the Self in an Age of False Idols.
Eg og Astrið Breckmann tosa um Instagram profilin hjá Fríum vali, sum arbeiðir fyri fríari fosturtøku í Føroyum. Vit eru ikki samd við felagsskapinum.
Teirra profilur er her: https://www.instagram.com/frittvalfo/
Heimasíðan hjá hesum podcastinum er her: https://arndakt.wordpress.com
Upptikið: 12. mars 2021
Heini Kristiansen er HR-leiðari á Bakkafrost, limur í Nes kommunu bygdaráði og deknur. So er hann pápi hjá Markus, sum varð føddur við hjartafeili og hevði tað hart við sjúku fyrstu tíðina í sínum lívi. Eg eri eisini pápi ein sjúkan drong, og tí vildi eg tosa við Heina um kenslurnar, sum eru knýttar at tí.
Hetta er ein partur í eini røð, eg geri um menn og kenslur.
Upptikið: 17. februar 2021.
Heimasíða: https://arndakt.wordpress.com/2021/03/01/arndakt-12-hvussu-er-tad-at-hava-eitt-sjukt-barn-vid-heina-kristiansen/
Heini og Sjúrður er gamlir vinmenn hjá mær og eitt hugnaligt leygarkvøld tosaðu vit um týdningarmikil ting. Vit blivu enntá ósamdir móti endanum.
Heini í Skorini er PhD í altjóða sambondum og adjunktur á Fróðskaparsetrinum.
Sjúrður Hammer er PhD í lívfrøði og arbeiðir á Umhvørvisstovuni.
Eg eri ikki PhD í nøkrum.
Upptikið leygarkvøldið 13. februar 2021.
Hvat hava fuglar og vindmyllulundir við moral at gera?
Ástøðið hjá Jonathan Haidt (m.a.) um at okkara moralska resonering byggir á fimm ymisk grundarløg hjálpir okkum, at fáa skil uppá okkara egnu moralsku niðurstøður og at skilja hvar onnur koma frá.
Tey fimm grundarløgini eru:
Umsorgan/skaði
(Og kanska: Frælsi/kúgan)
Les meir um "moral foundations theory" her og her.
"Vindmyllur á Eiði: Loyvið til vindmyllur tikið aftur" á Dimma.fo.
Hetta er heimasíðan hjá Jonathan Haidt.
Facebook-innleggið hjá Svend Brinkman um standmyndir.
Um Chesterton's Fence.
Vit halda á við Jordan Peterson røðini, har ein regla av 12 verður viðgjørd um mánaðin.
Mars er triðji mánaði og triðja regla er tann omanfyri: “Finn tær vinir, sum vilja tað besta fyri teg.”
Um ta regluna tosi eg við Óla Poulsen. Njót tað!
Hvønn dag stríðast fólk við pínu, sum tey hava arvað. Eitt tað besta, menniskju kunnu gera, er at steðga hesi ræðuligu tilgongdini.
From the publisher's feed