Við jøvnum millumbili stendst øsing um Kringvarp Føroya. Seinastu tíðina er tað ein avtala, sum leiðslan í Kringvarpinum hevur gjørt við eitt felag um sponsor-innsavnan, ið hevur elvt til øsing.
Avvarandi landsstýrismaður, Bjørn Kalsø, hevur fingið ábreiðslur fyri at hava sovið í tímanum. Og tað er serliga privata Miðlahúsið, ið hevur funnist at Kringvarpinum og avvarðandi landsstýrismanni.
Í samráði við Mentunarnevnd Løgtingsins hendan dagin segði Bjørn Kalsø, at hann vil hava eina breiða semju um lýsingarpolitikkin og sponsoreringina í Kringvarpi Føroya. Vit hava Bjørn Kalsø í útvarpsstovuni.