Sjónarhornið

Sjónarhornið

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Sjónarhornið episodes

  • Forskúlar og bókasøvn
    Seinastu tíðina hava nógvar røddir verið frammi í fjølmiðlunum um forskúlar í Føroyum - fyri og ímóti. Tað eru tey, sum fegin vilja hava fleiri forskúlar, meðan onnur halda tað verða skeivt at koyra børn í skúla longu um 6 ára aldur. Tveir gestir eru í útvarpsstovuni at tosa um evnið. Vit hava eisini tosað við forkvinnuna í Pedagogfelagnum og formannin í Lærarafelagnum um hetta málið.
    Í londunum kring okkum verða bókasøvn mett sum ein av hornasteinunum í mentannini í viðkomandi landi. Í Føroyum er áhugin frá almennari síðu minni enn aðrastaðni at fjálga um bókasøvnini. Vit spyrja m.a., hvussu broytingarnar seinastu árini við al-netinum, e-bókum og øðrum hevur ávirkað bókasøvnini. Og hvørji eru framtíðarútlitini?
    Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, leiðari á Býarbókasavninum, verður gestur í útvarpsstovuni.
    52 min
  • Bjartskygni í ferðavinnuni
    Hetta er háárstíðin fyri føroyska ferðavinnu. Fyrsti útlendska ferðamannaskipið var á Havnini í gjár, og vit byrja so smátt at síggja fremmand ferðafólk í gøtunum. Vit fara at tosa við nøkur teirra, sum arbeiða í føroysku ferðavinnuni.
    Hoyrið meira í Sjónarhorninum.
    22 min
  • Útróðrarflotin í stórum trupulleikum
    Støðan hjá útróðrarflotanum er vánalig. Fyri nøkrum árum síðan høvdu vit nógvar útróðrarmenn og útróðrarbátar, men nú eru bert heilt fáir eftir. Spurningurin er, um føroyskur útróður er við at hvørva, ella um útróðurin stendur at bjarga.
    Hoyrið meira í Sjónarhorninum.
    27 min
  • Kvinnurættindi fyri ST
    Hósdagin, skulu Føroyar saman við Danmark og Grønlandi lata ST áttandu frágreiðingina um um kvinnurættindi. Bergljót Debes Hentze hevði kvinnurættindi á skránni í Eyðgleiðingini í Góðan Morgun Føroyar týsmorgunin.
     
    Hoyrið meira í Sjónarhorninum!
    22 min
  • Leigunevndin hevur ávirkað leigumarknaðin
    Leigunevndin avgreiddi í fjør 26 mál um ósemjur millum tey, sum leiga, og tey, sum leiga út. Fýra mál vórðu víst burtur. Vit tosa við nevndarformannin í Leigunevndini, Andrass Holm Arge. 
     
    Hoyrið meira í Sjónarhorninum!
    11 min
  • Bjørn Kalsø vil hava breiða fjølmiðlasemju
    Við jøvnum millumbili stendst øsing um Kringvarp Føroya. Seinastu tíðina er tað ein avtala, sum leiðslan í Kringvarpinum hevur gjørt við eitt felag um sponsor-innsavnan, ið hevur elvt til øsing.
    Avvarandi landsstýrismaður, Bjørn Kalsø, hevur fingið ábreiðslur fyri at hava sovið í tímanum. Og tað er serliga privata Miðlahúsið, ið hevur funnist at Kringvarpinum og avvarðandi landsstýrismanni.
    Í samráði við Mentunarnevnd Løgtingsins hendan dagin segði Bjørn Kalsø, at hann vil hava eina breiða semju um lýsingarpolitikkin og sponsoreringina í Kringvarpi Føroya. Vit hava Bjørn Kalsø í útvarpsstovuni.
    20 min
  • Sjónarhornið: Altjóða arbeiðaradagurin enn týdning
    1. mai er enn ein dagur, sum hevur týdning fyri bæði fakfeløg og land. Tað halda tveir formenn og ein forkvinna í trimum av stóru fakfeløgunum. Í sendingini setur Erland Viberg Joensen søguna hjá arbeiðararørsluni í perspektiv, og Bergur A. Dalsgarð úr Sosialistiskum Ungmannafelag og Ólavur í Búrstovu úr Framsóknarungdómi halda báðir, at enn hava vit brúkt fyri 1. mei, tí nógv er eftir at stríðast fyri hjá arbeiðararørsluni.
    52 min
  • Gransking er fortreyt fyri framburði í alivinnuni
    Føroysk aling hevur veruliga tikið dik á seg seinastu árini, og føroyskur alilaksur telist millum heimsins besta. Men fyri at tryggja alingina í framtíðini er neyðugt við gransking, og í løtuni eru føroyingar við í fleiri granskingarverkætlanum, millum annað fyri at slóða fyri aling á opnum havi og øðrum harðbalnum støðum.
    Hoyr meira í Sjónarhorninum!
    19 min
  • Jacob Vestergaard skuldsettur fyri korrupsjón
    Ákoyringarnar á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, vóru ógvusligar í tinginum í farnu viku. Høgni Hoydal legði landsstýrismannin undir at arbeiða sum best ber til, og Kristina Háfoss samanbar landsstýrismannin við Nixon-forseta, sum á sinni noyddist at leggja frá sær orsakað av korrupsjón. Jacob Vestergaard fekk eisini harðar ákoyringar frá tingfólki úr sínum egna flokki. 
     
    Vit spyrja, hvussu nógv tingfólk kunnu loyva sær at siga í tingunum, áðrenn talan er um beinleiðis ærumeiðing.
    Hoyr meira í Sjónarhorninum!
    32 min
  • Fleiri kvinnur boða frá harðskapi
    Í 2012 fekk Kvinnuhúsið í Havn 624 áheitanir um hjálp av ymsum slag, 331 snúðu seg um beinleiðis harðskap. 55 kvinnur við útlendskum uppruna vendu sær eisini til Kvinnuhúsið. Hetta sama tíðarskeiðið gistu 15 kvinnur og 6 børn í Kvinnuhúsinum.
    Vit spyrja millum annað, hvussu hesar kvinnur eru fyri sinnisliga, hvussu Kvinnuhúsið kann hjálpa teimum, og hvussu tær kunnu koma víðari í lívinum.
    Hoyrið meira í Sjónarhorninum!
    32 min

About Sjónarhornið

From the publisher's feed

Savnssending Sending við gestum, ið viðgera evni, sum eru uppi í tíðini (aktuell). Tvey til trý evni vera í hvørjari sending. Ætlanin er at hava tveir ella tríggjar gestir til hvørt evni,…