Ákoyringarnar á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, vóru ógvusligar í tinginum í farnu viku. Høgni Hoydal legði landsstýrismannin undir at arbeiða sum best ber til, og Kristina Háfoss samanbar landsstýrismannin við Nixon-forseta, sum á sinni noyddist at leggja frá sær orsakað av korrupsjón. Jacob Vestergaard fekk eisini harðar ákoyringar frá tingfólki úr sínum egna flokki.
Vit spyrja, hvussu nógv tingfólk kunnu loyva sær at siga í tingunum, áðrenn talan er um beinleiðis ærumeiðing.
Hoyr meira í Sjónarhorninum!