Í 2012 fekk Kvinnuhúsið í Havn 624 áheitanir um hjálp av ymsum slag, 331 snúðu seg um beinleiðis harðskap. 55 kvinnur við útlendskum uppruna vendu sær eisini til Kvinnuhúsið. Hetta sama tíðarskeiðið gistu 15 kvinnur og 6 børn í Kvinnuhúsinum.
Vit spyrja millum annað, hvussu hesar kvinnur eru fyri sinnisliga, hvussu Kvinnuhúsið kann hjálpa teimum, og hvussu tær kunnu koma víðari í lívinum.
Hoyrið meira í Sjónarhorninum!