Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur skotið upp, at røktarsjúklingar á sjúkrahúsum skulu gjalda, um teir verða liggjandi á sjúkrahúsi eftir lidna viðgerð. Uppskotið hevur lopið øði í fólk, men spurningurin er, um nøkur verulig orsøk er til hesa øsingina. Var tað rætt, so lógu hesir sjúklingar á t.d. røktarheimi, og tá høvdu teir kortini verið noyddir at goldið ein part.
Í útvarpsstovuni at tosa um evnið eru Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Naina Túgvustein, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, og Ingun Gaardbo, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur á Medisinska Deplinum.
Borgarakríggj herjar annars friðarliga Vesturafrikanska landið Mali. Islamistar hótta við at taka ræðið í landinum, og Frakland, og nú eisini onnur lond í Vesturheiminum, royna at steðga teimum. Vit tosa við føroyingar, sum búgva, og sum hava búð í Mali.
HOYRIÐ MEIRA Í SJÓNARHORNINUM!