
Sign up to save your podcasts
Or


Kringvarp Føroya er á einum vegamóti. Roknskapurin hevur seinast árini givið hall, og fyrsta dagin verða millum 20 og 30 fólk verða søgd úr starvi. Longu nú er skráin skerd munandi. Spurningurin er, hvønn leiklut Kringvarp Føroya skal spæla í framtíðini.
Í útvarpsstovuni eru Rúni Heinesen, formaður í kringvarpsstýrinum, Øssur Winthereig, journalistur og eyðgleiðari, Bjarni Djurholm, formaður í Løgtingsins Mentanarnevnd, og Gulla Øregaard, áhugaleikari, limur í MÁF í mong ár, og høvundi.
Skotski tjóðskaparflokkurin, SNP, hevur nú fingið ynskið sítt uppfylt; fólkaatkvøða verður um fullveldi. Spurningurin er, hvat hendir, um meiriluti veruliga verður fyri fullveldi. Og kann tað á nakran hátt koma at ávirka føroysku fullveldisrørsluna?
Gestur í Sjónarhorninum er Oddur á Lakjuni, sum millum annað hevur lisið bretska søgu. Hann hevur búð í Skotlandi í fimm ár, og flutti fyri trimum árum síðan heimaftur til Føroya. Fá meira at vita í Sjónarhorninum.
From the publisher's feed