Kollveltingar, uppreistur og mótmæli hava eyðkent Miðeystur og arabiska heimin síðan januar í fjør. Í Egyptalandi varð Hosni Mubarak koyrdur frá, og vesturheimurin tosaði um demokrati í Egyptalandi. Í dag situr islamisturin, Muhammed Mursi, ein av høvuðsmonnunum í Muslimska Bróðurlagnum, sum nýggjur egyptiskur forseti. Spurningurin er, um hetta er tað fólkaræðið, sum egyptar vildu hava, og um vesturheimurin bara var naivur.
Gestir í útvarpsstovuni eru Búgvi Poulsen, lærari í geografi og samfelagsvísindi, Heini í Skorini, stjórnmálafrøðingur og MA í religiónsvísindi, og Óli Breckmann, eyðgleiðari, ísraelsvinur og borgarligur USA-kennari.