Sendingin hevur tónleik í passa til desembur-mánaðin, við komponistum sum Katie Jenkins, Kassiani, Chloe Flower, Betty Jackson King, Fanny Mendelssohn, Holst, Molter, Britten og Waldteufel.
Jólini í klassiskum høpi eru í miðdeplinum. Í sendingini er kenda jóla Concerto grosso eftir Archangelo Corelli, umframt at vit m.a. hoyra tónleik hjá Elizabeth Ekholm og Veturin hjá Vivaldi.
Vit hoyra klassiskan tónleik ið kann setast í samband við jól. Tónaskøldini eru Cecile Chaminade, Leopold Mozart, Amy Beach, W. L. Dawson og Elfrida Andrée.
Nú í adventsmánaðinum fer klassiskur jólatónleikur at vera at hoyra í Bolero. Umframt jólatónleik hjá Locatelli, Rutter og Price, hoyra vit 4 symfoni eftir Florence Price.
Bolero er sending við klassiskum tónleiki. Nógvur klassiskur tónleikur hevur íblástur úr fólkatónleiki. Heitið á sendingini stavar haðani. Bolero er ein spanskur dansur, sum kom fram um ár 1780. Ludwig van Beethoven (1770-1827) var ein tann fyrsti, ið nýtti Bolero í listtónleiki.