Vegamótið

Brestir verður blindur og deyvur


Listen Later

- Tað eru løtur, har eg eri illur og beiskur um mína støðu, men hinvegin, so tími eg ikki at brúka alla mína tíð upp á at hugsa negativt. Hetta bleiv mín lagna, og so er at fáa sum mest burturúr.
Soleiðis sigur 45 ára gamli Brestir Patursson, sum býr í Kirkjubø. Fyri eini átta árum síðani fekk hann staðfest eygnasjúkuna renititis pigmentosa, sum vanliga førir við sær, at sjúklingurin missir sjónina.
Í summum førum ávirkan sjúkan eisini hoyrnina, og soleiðis er tað hjá Bresti Patursson. Hann hevur mist ein stóran part av sjónini og er nú av álvara farin at merkja, at hoyrnin eisini viknar so líðandi.
Í Vegamótinum fortelur Brestir Patursson millum annað, hvussu hann fyrireikar seg til eitt lív uttan at síggja og ei heldur hoyra.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

VegamótiðBy Kringvarp Føroya