Ein stóran part av lívinum hevur Birita L. Jóansdóttir úr Havn havt etingarólag. Longu sum 10 ára gomul gjørdist hon sjúk av anoreksi, og fá ár seinni versnaði hon og fekk bulimi.
Tá Birita L. Jóansdóttir var ringast fyri, spýði hon eini 30 ferðir um dagin og stjól mat úr handlum og inni hjá fólki. Eitt tíðarskeið seldi hon sín kropp fyri at fáa pengar til allan matin, hon át og síðani spýði uppaftur.
- Eg veit ikki heilt, hvat tað var, men eftir at hava verið sjúk í nógv ár, sá eg ein dagin, at fekk eg ikki hjálp og kom í viðgerð, so fór eg at doyggja av hesum. Og tað vildi eg ikki, sigur Birita L. Jóansdóttir.
Eftir eina langa viðgerðartíð kundi Birita L. Jóansdóttir fyri nøkrum árum síðani endiliga kalla seg fríska.
- Í dag havi eg tað gott, men eg veit, at eg kann gerast sjúk aftur, og tí ansi eg væl eftir mær sjálvari og eri tilvitað um, hvussu eg havi tað kropsliga og sálarliga, sigur Birita L. Jóansdóttir.