Sending í fýra pørtum um brasilskan tónleik. Verturin vitjar ymisk støð við serfrøðingum í Rio og lærir um tónleikin og samfelagið, sum tónleikurin varð til í. Tónleikur verður eisini spældur í sendingini. Í fyrstu sending hitta vit Pedro Paulo Malta, journalist og tónleikara, á Pedra do Sal, sum merkir Saltsteinurin. Hetta staðið, sum er miðstaðið í býarpartinum "Lítla Afrika" í Rio, hevur í meira enn hundrað ár verið eitt savningsstað fyri samba.