Ung í dansi er dansifelagið fyri ung í aldrinum 12-30 ár. Einaferð um árið eru tey á legu onkrastaðni í Føroyum, har tey dansa føroyskan dans, fólkadans, spæla spøl og hugna sær saman. Tey hava eisini nevndarval á hesi leguni. Hoyr hvat Anna Birna Restorff Jacobsen, Levi Heinesen og Rakul Jónleifsdóttir á Steig siga um Ung í dansi.
Vit hoyra Sumbingar kvøða Frisk opp, Betty Poulsen skipar; Dansifelagi í Havn kvøða Fípuna Føgru, Niels á velbastað skipar; Klaksvíkar dansifelag kvøða Veðratáttin á Dansiferð við Norrønu; Dansifelagið í Havn kvøða Brestiskvæði, Brestir Bjarnastein Restorff skipar.