Joen Remmer er ættaður úr Hovi. Vit frætta eitt sindur um Hov sum gamla dansibygd. Og vit skifta orð um ymsar forvitnisligar eygleiðingar úr dansinum.
Vit hoyra gamlar upptøkur, summar hava ikki verið spældar í útvarpinum fyrr:
Vaagen, Poul Eide skipar í Dansifelagnum í Havn.
Ribolt er en grevesøn, Danjal Johan Hammer (Daljohan í Garðinum), sitandi kvøðing í 1928. Upptøkuna eigur Dansk Folkemindesamling, Det Kongelige Bibliotek.
Stutt brot úr Gøtuskeggjum, Óli á Geilini skipar.
Jósveinsvísu, sitandi kvøðing: Dánjal Jákup Berg av Teigunum í Hovi. Mortan Nolsøe tók upp í 1962 í Lærarahúsinum í Hovi, Føroymálsdeildin á Fróðskaparsetrinum eigur upptøkuna.
Jósveinsvísa, Sumbingar kvøða, skiparin er ókendur.
Jákup á Møn, Jacobina á Breyt (Danielsen) skipar í dansi í Skálavík í 1959. Upptøkuna eigur Sveriges Radio, og verður hon spæld við heimild frá Svensktvisarkiv.
Elin Maria Óladóttir Olsen leggur til rættis.