Sigmundur í Hoyvík skipar Margretu kvæði í Dansifelgnum í Havn. Sumbingar kvøða Gunnar á Líðarenda. Hargin Joensen skipar. Nólsoyingar eru kendir fyri Fuglakvæði, sum Nólsoyarpáll yrkti. Einar Jacobsen skipar brot úr Fuglakvæðnum. Wenzel Kamban skipar Fuglakvæði eldra í Dansifelagnum í Havn. Í Stígum Fast kvøða tey kvæði, Risin í Holmgørðum. Eyðun Mohr Viderø skipar. At enda hoyra vit rímuna, Sverra Ríma, sum J.P. Gregoriussen yrkti. Norðstreymoyar Dansifelag kvað hana, tá minningarhald var um 100 ára deyðadag skaldsins í 2001. Antines Antoniussen skipar.