Vit tosa um brúðardans – 1. partur. Jákup Reinert Hansen, Jóan Pauli Joensen og Rasmus Joensen eru gestir.
Vit tosa um brúðarsiðir og brúðardans, hvussu hesir eru broyttir. Vit tosa eisini um brúðarvísukappingina, ið var í 2012, um hví ein slík kapping var neyðug.
Vit hoyra:
Lat okkum taka saman – Eyðun Viderøe skipar í Klaksvíkar dansifelag
I ærlige brudefolk – Nólsoyingar kvøða og upptøkan er frá 1959.
Elin Maria Olsen leggur til rættis.