- Eg bleiv sum ein klumpur av deiggi, ið hann kundi forma júst soleiðis, sum hann ynskti. Soleiðis sigur dulnevnd kvinna, sum í Vegamótinum fortelur um tey árini, hon livdi í harðskapsraktum parlagi.
Bæði kroppsliga og sálarliga bleiv kvinnan illa viðfarin av unnustanum.
- Onki, sum eg gjørdi, var nóg gott. Eg dugdi til dømis ikki at vaska klæðir, at gera mat ella at seta kopparnar rætt á hillina. Hann var ofta illur og bukaði meg, og tað var heldur ikki óvanligt, at eg bleiv tveitt út í túnið mitt um náttina. Bara í undirklæðum, sigur kvinnan.
Ein dagin broyttist tankagongd hennara, og hon valdi at fara frá unnustanum. Og hesaferð fór hon ikki aftur til hansara.
- Eg hugsaði um sonin, og at eg ikki vildi bjóða honum at liva undir slíkum umstøðum. Tankin um sonin, og alt tað, hann longu hevði upplivað, gjørdi, at nú hevði eg fingið nokk, sigur kvinnan.
Í Vegamótinum fortelur kvinnan sína søgu, og tær upplivingarnar hon hevur frá tíðini, hon livdi í parlagi, har harðskapur og sálarligur ágangur var vanligur partur av gerandisdegnum.