Prædikuteksturin til miðføstu sunnudag, fjórða sunnudag í føstu, stendur í evangeliinum eftir Jóhannus, kap 6, ørindini, 35-51.
Skrivað stendur, Jógvan Páll Lassen, Maria Mørkøre, 16:9
Frítekst tagging: Skrivað stendurJógvan Páll LassenMaria MørkøreBjarni Árting Rubeksen
v35: Jesus segði við teir: «Eg eri lívsins breyð. Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta.
v36: Men eg havi sagt tykkum, at tit hava sæð meg og trúgva tó ikki.
v37: Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur.
v38: Tí at eg eri komin niður av himni, ikki fyri at gera vilja mín, men vilja hansara, sum sendi meg.
v39: Men hetta er vilji hansara, sum sendi meg, at av øllum tí, sum hann hevur givið mær, skal eg einki missa, men eg skal reisa tað upp á evsta degi.
v40: Tí at hetta er vilji faðirs míns, at hvør tann, sum sær sonin og trýr á hann, skal hava ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.»
v41: Tá ilskaðust Jødarnir á hann, tí at hann segði: «Eg eri tað breyðið, sum kom niður av himni.»
v42: Og teir søgdu: «Er hetta ikki Jesus, sonur Jósefs, sum vit kenna bæði faðir og móður at? Hvussu kann hann tá siga: «Eg eri komin niður av himni?»
v43: Jesus svaraði og segði við teir: «Ilskist ikki tykkara millum!
v44: Eingin kann koma til mín, uttan faðirin, sum sendi meg, dregur hann, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.
v45: Skrivað er hjá profetunum: «Og teir skulu allir verða upplærdir av Guði.» Ein og hvør, sum hevur hoyrt av faðirinum og lært, kemur til mín.
v46: Ikki so at nakar hevur sæð faðirin uttan hann, sum er frá Guði, hann hevur sæð faðirin.
v47: Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum trýr, hevur ævigt lív.
v48: Eg eri lívsins breyð.
v49: Fedrar tykkara ótu manna í oyðimørkini og doyðu.
v50: Hetta er breyðið, sum kemur niður av himni, at tey skulu eta tað og ikki doyggja.
v51: Eg eri hitt livandi breyðið, sum kom niður av himni; um nakar etur av hesum breyði, skal hann liva allar ævir; og breyðið, sum eg skal geva, er hold mítt, sum eg skal geva heiminum til lívs.»