Hví bleiv Linda Andreasen til Lindu Andrews? Sjálvt um navnið kundi borið boð um annað, so hevur føroyingurin í Lindu tað sera væl, og innast inni er hon enn Havnargenta við stóra H.
Í hesari seinnu sending greiðir Linda frá einari byrjandi sanglívsleið, og hesum at skula taka stigið frá at vera backing sangarinna til at vera tann, sum stendur fremst.
Men byrjanin varð hørð, tí hon fekk at vita sum 22 ára gomul, at hon var ov gomul til eina solokarrieru.
Elin Michelsen leggur sendingina til rættis. Hetta er seinni partur.