Skrivað stendur

«Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!»


Listen Later

Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.
 
Annita á Fríðriksmørk og Poul F. Guttesen
Annita á Fríðriksmørk, lærari, og Poul F. Guttesen, námslektari á Setrinum, eru gestir í sendingini. 
 
Prædikuteksturin til annan sunnudag í føstu:
Onnur tekstarøð
Mark. 9,14-29.
Ein drongur við málleysum anda verður grøddur
v14: Og tá ið teir koma til lærusveinarnar, sóu teir eina stóra mannamúgvu rundan um teir og nakrar skriftlærdar, som vóru í orðaskifti við teir. 
v15: Og við tað sama mannamúgvan bar eyga við hann, hvukku tey øll við, og tey komu rennandi og heilsaðu honum. 
v16: Og hann spurdi tey: «Hvat skifta tit orð við teir um?» 
v17: Og ein úr fjøldini svaraði honum: «Meistari, eg kom higar til tín við syni mínum, sum hevur ein málleysan anda; 
v18: og hvar hann so kemur á hann, syftir hann hann niður, og froðan veður um munnin á honum, og hann gríslar tenn, og hann kemur burtur í einki. Og eg segði við lærusveinar tínar, at teir skuldu reka hann út; men teir vóru ikki førir fyri tí.» 
v19: Men hann svaraði teimum og segði: «O, tú vantrúna slekt! Hvussu leingi skal eg verða hjá tykkum? Hvussu leingi skal eg tola tykkum? Førið hann til mín!»
v20: Og teir førdu hann til hansara. Og við tað sama, hann sá hann, sleit andin í hann, og hann fell niður til jarðar og lá og veltist, og froðan vóð um munnin. 
v21: Og hann spurdi faðir hansara: «Hvussu langt er tað síðan, hetta kom á hann?» Men hann segði: «Frá barnaárunum. 
v22: Og ofta hevur hann kastað hann bæði í eld og í vatn fyri at forkoma honum; men um tú ert nakað mentur, tá miskunna okkum og hjálp okkum.» 
v23: Men Jesus segði við hann: «Um tú ert mentur! Alt er møguligt fyri honum, sum trýr.» 
v24: Í stundini skar barnsins faðir í róp og segði: «Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!» 
v25: Men tá ið Jesus sá, at mannamúgvan tyrptist saman um, hótti hann at hinum óreina andanum og segði við hann: «Tú málleysi andi og deyvi! Eg bjóði tær, far út úr honum og far ikki meira inn í hann!» 
v26: Tá rópaði hann og sleit ógvuliga í hann og fór út; og hann varð sum eitt deytt, so at flest øll søgdu, at hann var deyður. 
v27: Men Jesus tók í hondina á honum og reisti hann upp, og hann reis á føtur. 
v28: Og tá ið hann var komin til húsa, spurdu lærusveinar hansara hann einsæris: «Hvussu bar tað til, at vit ikki vóru førir fyri at reka hann út?» 
v29: Og hann segði við teir: «Hetta slagið fer ikki út við nøkrum, uttan við bøn [og føstu].»
 
Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis.
Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin: [email protected]
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

Skrivað stendurBy Kringvarp Føroya


More shows like Skrivað stendur

View all
PL Showet by Qvortrup Media

PL Showet

2 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners