Fyrsta sendingin í røðini "Ein er ríman av Íslandi komin" snýr seg um eldgos og jarðsjálvtar í Íslandi.
Í sendingini práta vit við Berg Hermanns Bergsson, sum arbeiðir á íslendsku veðurstovuni við tekniskum viðurskiftum í samband við jarðfrøði, Marentzu Poulsen og versystir hennara Ingu Jónu Hilmisdóttir, ið upplivdu eldgosið á Vestmannaoyggjunum í 1973 og Una Árting, jarðfrøðing á Jarðfeingi.