Tann 16. juli í 2000 broyttist lívið hjá Ellu Sloan Müller og familju hennara fullkomiliga.
Ella Sloan Müller var tá fyri eini vanlukku, har hon bleiv kroyst millum ein bil og ein húsavegg, tá seks ára gomla dótturin setti seg á førarasetri í bilinum og snaraði lyklinum. Serliga undirkroppurin hjá Ellu Sloan Müller fór illa, og í drúgva tíð var hon bundin at einum koyristóli.
Hóast tað eru 14 ár liðin, síðani vanlukkan hendi, verður hon hvønn dag mint á hendingina, tí Ella Sloan Müller livir við kroniskari pínu. - Tað ber væl til at hava eitt gott lív, hóast mann er í tí støðuni, eg eri í. Jú, summir dagar eru strævnir at koma ígjøgnum, men eg eri bara takksom fyri, at eg eri her, sigur Ella Sloan Müller.