Kann man ímynda sær Søren Kierkegaard við fartelefon, Dostojevski vid iPad ella Charles Darwin við einum profili á Facebook?
Alnótin og tann tøknifrøðiliga kollveltingin hevur grundleggjandi broytt lívið hjá tí modernaða menniskjanum. Rúm og tíð eru upployst í cyberspace, fartelefonir, iPad og iPod eru hvørs mans ogn, og heimasíður sum Facebook, Twitter, Myspace, Google og Youtube eru ein fastgrógvin partur av gerandisdegnum hjá milliónum av menniskjum.
Summi fegnast um nýggju atgongdina til alskyns vitan og nýggju møguleikarnar at samskifta tvørtur um landamørk, sum ger lívið súrt hjá alskyns einaræðisharrum. Onnur vísa á, at modernaða menniskjað dugir ikki longur at vera til staðar og fordjúpa seg í stórum hugsanum. Hvørjir eru fyrimunirnir við hesum fagra, nýggja veruleikanum? Og hvørjir eru vansarnir?
Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, Jógvan D. Hansen, heimspekingur, Magnus Gaard, lívfrøðingur, og Dorit Hansen, cand. mag. í enskum og søgu, kjakast í dag um alnótina og avleiðingarnar av tøknifrøðiligu kollveltingini.