Lívið hjá klaksvíkinginum, 44 ára gamla Jan Askham, broyttist fullkomiliga fyri 14 árum síðani. Tá fekk Jan Askham eitt bræv, sum gjørdi, at endiliga visti hann, hvør hann veruliga var. Jan Askham hevði funnið biologiska pápa sín, sum hann hevði leitað eftir í fleiri ár.
- Tað var sum ein tung byrða fall av herðunum. Eg hevði leingi hugsað, hvør hesin maðurin mundi vera, hvussu hann var sum persónur, og eisini hevði eg onkuntíð hugsað, um hann yvirhøvur var á lívi, sigur Jan Askham.
Eftir at hann fekk samband við pápan, hava teir sæst fleiri ferðir.
- Tað er heilt fantastiskt at hava fingið hann inn í lívið og ikki minst, at børnini hjá mær hava fingið ein abba, sigur Jan Askham.
Í Vegamótinum fortelur Jan Askham millum annað, hvussu hann sum ungur fekk at vita, at maðurin, hann hevði hildið vera pápi sín, ikki var biologiskur pápi, og hvussu hann í fleiri ár royndi at finna fram til skotan Michael Harris, ið er hansara biologiski pápi. Leitanin vísti seg ikki at vera heilt einføld.