Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.
Gestir fara so at viðgera tekstin, og gestir hesa ferð eru Erik Biskupstø, leiðari fyri kvøldskúlan í Klaksvík og Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn.
Erik Biskupstø og Hanna Jensen
Erik Biskupstø og Hanna Jensen skifta orð um prædikutekstin til sunnudagin
Teksturin til 21. sunnudag eftir tríeindardag. Teksturin er úr Jóhannes evangeliinum, kap 4, vers 46-53.
v46: Hann kom tá aftur til Kána í Galileu, har sum hann hevði gjørt vatnið til vín. Og har var ein kongsmaður í Kapernaum, sum sonurin lá sjúkur hjá.
v47: Tá ið hann hoyrdi, at Jesus var komin frá Júdeu til Galileu, fór hann til hansara og bað hann koma oman og gera son sín frískan; tí at hann lá at doyggja.
v48: Jesus segði tá við hann: «Síggja tit ikki tekin og undurgerningar, vilja tit ikki trúgva.»
v49: Kongsmaðurin sigur við hann: «Harri, kom oman, áðrenn barn mítt doyr!»
v50: Jesus sigur við hann: «Far tú, sonur tín livir!» Maðurin trúði tí orði, sum Jesus segði við hann, og fór avstað.
v51: Men longu á heimleiðini møttu húskallar hansara honum og bóru honum tey boðini, at barn hansara livdi.
v52: Tá spurdi hann teir um tíman, nær tað var farið at lætta hjá honum. Og teir søgdu við hann: «Í gjár um sjeynda tíma fór hitasóttin av honum.»
v53: Tá skildi faðirin, at tað var í tí tíma, tá ið Jesus hevði sagt við hann: «Sonur tín livir.» Og hann trúði sjálvur og alt hús hansara.
Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis.
Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin:
[email protected]