Vegamótið

Fekk staðfest ADHD sum 34 ára gamal


Listen Later

Torført við at hugsavna seg, lítil hugur til skúlan og nógvar dreingjalótir.
Soleiðis hevur ein stórur partur av barna- og ungdómsárunum hjá 34 ára gamla Hergeir Staksberg verið.
Hann treivst illa í skúlanum, tí hann hevði trupult við at sita stillur og fylgja við í tí, sum lærararnir søgdu.
- Eg skulkaði ofta og fann upp á onkur skálkabrøgd saman við nøkrum øðrum dreingjum, sigur Hergeir Staksberg, sum altíð hevur havt torført við at halda seg til ávísar reglur.
- Í nógvum skúlum er tað soleiðis, at tú skalt vera upp á ein ávísan máta, og ert tú eitt sindur øðrvísi, ja so passar tú ikki inn í henda kassan, sum øll skulu koyrast í. Tí havi eg altíð havt tað trupult við ymiskum myndugleikum, sigur Hergeir Staksberg.
Hóast Hergeir Staksberg hevði trupult við at vera í skúla og fylgja við og ístaðin gjørdi ónáðir, var tað ongantíð nakar, sum veruliga kannaði, hví hann var so.
Ikki fyrr enn fyri skjótt einum ári síðani varð orsøkin funnin. Hergeir Staksberg hevur ADHD, sum er ein sálarlig neurologisk sjúka.
Í Vegamótinum fortelur Hergeir Staksberg um tær ymisku avbjóðingarnar í hava verið og framvegis eru, tá mann hevur ADHD.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

VegamótiðBy Kringvarp Føroya