Ferðafólkatalið í Kalsoynni er fleirfaldað. Síðani standmyndin av kópakonuni varð avdúkað í 2014, eru tað serliga føroyingar, sum leita sær í Kalsoynna at vitja, meðan útlendsku ferðafólkini streyma til Trøllanesar at síggja víðagitna vitan á Kallinum.
Eyð Matras hevur vitjað í Kalsoynni. Hon forvitnast um, hvussu vorðið er í Kalsoynni, nú oyggin er vorðin kend.