Vegamótið

Ferðin samansjóðaði familjuna aftur


Listen Later

Í 2007 avgjørdu Asta Joensen og maður hennara, Bergur Debes Joensen, at taka eitt ár úr kalendaranum og fara at ferðast saman við teirra trimum børnum.
- Vit vóru komin í eina mylnu í gerandisdegnum við arbeiði, frítíðarvirksemi, fyrlestrum, fundum og so framvegis. Tað var nærum ógjørligt, at vit øll fimm vóru savnað saman rundan um nátturðaborðið. Eitt slíkt familjulív var ikki tað, vit ynsktu, og tí vildu vit gera okkurt fyri at koma burtur úr gerandisdegnum, sigur Asta Joensen.
Tí fór familjan at ferðast saman, og tá næstan eitt ár var liðið, høvdu tey verið í 12 ymiskum londum.
- Ferðin hevur avgjørt samansjóðað okkum aftur sum familja, og eg haldi, at vit eru blivin betri til at ansa eftir, at vit ikki enda í somu mylnu aftur, sigur Asta Joensen, sum í sendingini Vegamótinum greiðir frá hendinga- og læruríku ferðini.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

VegamótiðBy Kringvarp Føroya