Herman Melville skrivaði bókina Moby Dick í 1851, men bókin varð skjótt gloymd. Í dag er henda bókin ein klassikari. Bókin kann lesast sum ein sjóferð ella ein bók um hvalaveiðu, men hon "spyr" eisini, hvør er tín hvalur ? Hvat er meiningin, Guð, menniskjað, hevnd, lagna og hvussu verður eittt menniskjað til ein tyran.
Melville fekk íblástur til skaldsøguna frá søguni um skipið Essex, sum varð álopið av einum hvali, so teir noyddust í bátarnar úti á stórum opnum havi og tá føðin trýtur, hvat er so til ráða at taka ?
Sociala kontraktin millum okkum menniskju sigur, at tað eru eru trý tabu, sum siga at tú skalt ikki fremja incest, ikki sláa í hel og vit mugu ikki eta hvønn annan.
Jógvan D. Hansen, námslektari, sigur frá.