Kongligar fiskiroyndir vórðu gjørdar við Føroyar í 1844 og 1845, og eitt úrslit av teimum gjørdist, at farið varð undir klippfiskaframleiðslu í Álakeri. Andreas Wilhelm Skibsted fór undir privat vinnuvirksemi í Føroyum, sum m.a. hevði við sær, at hann læt upp handil við úthandlum kring oyggjarnar. Eiðismenn, tvørámenn og nólsoyingar bygdu skip til fiskiskap, og Carl Emil Dahlerup amtmaður royndi at skipa fyri fiskamóttøkum kring landið.