Frí Mikrofon

Frí Mikrofon

By Frihedsbrevet FøroyarSociety & Culture
Download on the App Store

Frí Mikrofon episodes

  • Føroyar er eftirbátur - ein samrøða um vitlíki

    Alsamt fleiri føroyingar nýta ChatGPT, Claude, Gemini ella aðrar vitlíkismyndlar í gerandisdegnum, tað verið seg í skúlanum, til arbeiðis ella bara í frítíðini. Men alsamt fleiri hava eisini lyndi til at stúra, tí tað er torført at vita, hvørja ávirkan vitlíki fer at hava á nakrar av okkara mest grundleggjandi samfelagsstovnar. 

    Fólk innan amerikanska tech-geiran hava nú í fleiri ár ávarað um, at vitlíki fer at hava við sær hóparbeiðsloysi og samfelagsligan ófrið. Enn er tað ikki hent, men merkir tað, at kollveltingin er avlýst? 

    Tað er evnið í hesum poddvarpinum, har íverksetin Gunnleygur Clementsen greiðir frá og hugleiðir um, hvussu heimurin broytist í breiðari høpi, enn vit geva okkum far um, orsaka av vitlíki. Vit skifta millum annað orð um, hví tað hevur serligan týdning fyri fólk, ið bera brek, at vitlíki dugir væl føroyskt, um tað er tín fakligheit ella tín persónligheit sum avger, hvørt títt arbeiði verður niðurlagt av vitlíki, og hvussu tað ber til, at fólkini handan vitlíkismyndilin Alphafold vunnu nobelheiðurslønina innan evnafrøði.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    1 hr 18 min
  • Gestur Hovgaard: Marknaðarlogikkurin fyllur ov nógv á húsamarknaðinum

    Vit kenna øll til hugtakið "bústaðarneyð". Vit hava øll eina fatan av, hvat tað merkir. Tað merkir í øllum førum, at tað er størri eftirspurningur eftir heimum, enn tað eru útboð á marknaðinum. Tað merkir í øllum førum eisini, at prísurin verður trýstur upp - ofta so mikið høgt upp, at unga ættarliðið hevur torført við at fóta sær.

    Men hvussu eru vit komin her til? Hvussu skilur bústaðarmarknaðurin seg burtur frá øðrum marknaðum, og hvussu ber tað til, at heimið hjá fólki er blivin ein íløga? Tað er evnið í hesum poddvarpinum, har samfelagsfrøðingurin Gestur Hovgaard greiðir frá, hvussu bústaðarmarknaðurin snýr seg um bæði søgu, tilknýti og pengar.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    26 min
  • 2. Elisa og Sjúrður um støðuna í Gasa

    30. mai helt Sjúrður Skaale eina nógv rósta røðu á fólkatingi, har hann kallaði Ísrael ljósið í Miðeystri. Elisa Vang er hinvegin virkin í “Samhuga við Palestina”, har tað verður funnist harðliga at Ísrael - og røðuni hjá Sjúrði Skaale.

    Í hesum partinum av Fríari Mikrofon kjakast tey bæði um støðuna í Ísrael og Gasa.

    Vertur: Jan Lamhauge

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    58 min
  • 1. Haturstala, talufrælsi og En kenguru som dig

    Frí Mikrofon er ein nýggj poddvarpsrøð, sum er ein aktualitetssending um tað, sum rørir seg í samfelagnum júst nú. Hesa ferð er kikarin settur á gamla kjakið um samkyndleika, sum aftur kyknaði fyri kortum, nú leikurin “En kenguru som dig” var á skránni m.a. í Norðurlandahúsinum fyri kortum. 

    Og bylgjurnar ganga høgt í hesum fyrsta partinum av Frí Mikrofon, nú vit skifta orð um kjakið eftir leikin “En kenguru som dig”. Dina Jensdóttir Norðberg, sum rekur kristin-konservativu síðuna Vakurleiki.fo og Esther Margreth Petersen, nevndarlimur í LGBT skifta orð. 

    Nær er talan um haturstalu, nær kunnu børn hoyra um samkyndleika og hvussu langt gongur talu- og trúðarfrælsi? Millum annað hesar spurningar tosa Dina Jensdóttir Norðberg og Esther Margreth Petersen um í hesum fyrsta partinum av Frí Mikrofon. 

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    49 min

About Frí Mikrofon

From the publisher's feed

Frí Mikrofon er ein poddvarpsrøð, sum viðger júst tað, sum rørir seg í samfelagnum júst nú. Heitið merkir ikki, at gestirnir fáa fría mikrofon - men hinvegin at redaktiónin fær fríar teymar. Kanska…