Frímælt

Frímælt

By Frihedsbrevet FøroyarNewsEntertainment News
Download on the App Store

Frímælt episodes

  • 130. Ein serlig fríkirkja og fallið hjá Noma

    Heimsins besta matstova hevur verið í einum ódnarveðrið og maðurin aftanfyri alt, Rene Redzepi, hevur lagt frá sær. Men hvat merkir tað? Og hvat merkir tað fyri matstovuvinnuna? Tað tosa vit um í Frímælt hesa ferð, har vit eisini runda valdystin, sum ikki at rokna sum nakar dystur, tí alt er so tamt.

    Meðan vit taka upp partin koma eisini boðini um, at matstovan Paz hevur fingið eina forkunnuga viðurkenning - og tá var heppið, at Poul Andrias Ziska var í studionum sum gestur.

    Vit tosa eisini um eina serliga fríkirkju í Danmark, sum hevur savnað eina røð av litríkum fólki, og so hyggja vit nærri eftir føroyska fólkaskúlanum, har alsamt færri mannfólk arbeiða.

    Gestir eru Svanna Hentze í Gong, teknmálstulkur, Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri og miðlamaður, og Poul Andrias Ziska, kokkur og eigari av matstovuni Paz.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    4 min
  • 129. Eitt rørandi og vakurt verk hjá Mariu Tórgarð

    Maria Tórgarð fór við øllum, tá Geytin varð latin í farnu viku. Í Frímælt hesa ferð tosa vit um persónligu og inniligu søguna, sum Maria Tórgarð fortelur um mammu sína, um seg og sína familju.

    Vit fara eisini ein túr á FMA, sum verður fríggjakvøldið hesa vikuna. Eitt tiltak, sum verður í Norðurlandahúsinum og víst í beinleiðis sjónvarpi. Marianna fortelur um fyrireikingarnar.

    Seinasti partur av Hoydølum er sendur. Vit taka saman um røðina, sum hevur lagt Føroyar fyri sínar føtur. 

    Og so er semja um, at fleiri kvinnur mugu framat - og tað á øllum frontum. Í Frímælt hesa ferð er tað serliga í tónleiki og politikki, at javnstøðan - ella mangul upp á tað sama - verður viðgjørt.

    Gestir í Frímælt eru Marianna Winther Nagata, samskipari av FMA, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, og Kristinn Vang, journalistur í Frihedsbrevet.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    7 min
  • 128. Valfepur og nakrir djarvir menn

    Valfepur hevur rakt Frímælt og vit hyggja eftir nøkrum av týdningarmiklu tættunum, sum hava víst seg hesar fyrstu dagarnar. Og so ringja vit til Bárð á Steig Nielsen og spyrja, hvar hann var, nú hann ikki var partur av forfólkaumfarinum mikukvøldið.

    Kendi sjónvarpsverturin John Johannesen arbeiðir ikki longur í Kringvarpi Føroya. Hetta kemur í kjalarvørrinum av nøkrum søgum, sum Frihedsbrevet hevur skrivað um hann. Í vikuni trinu tveir menn fram við navni og greiddu frá ágangi, sum teir høvdu upplivað frá nú fyrrverandi vertinum í Degi & viku. 

    Í næstu viku er femifagnaðarvika. Ein røð av tiltøkum er á skránni, sum vit venda. Har í millum Gentuvesið Live, sum Rannvør Fríða Eyðunsdóttir er vertur á saman við Anniku Dalsgaard - og har Barbara Holm skal vera gestur.

    Hetta og ymiskt annað, bæði úr Føroyum og uttan úr heimi, eru dagsins evni.

    Gestir í Frímælt hesa ferð eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, vertur á Gentuvesinum, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    4 min
  • 127. Tá bispur vil hava ein Suðuroyartunnil

    Tað er eitt pakkað programm, sum er á skránni í Frímælt hesa ferð. 

    Vit ringja til Teit og fáa søguna um eitt serligt klaver. Vit tosa um bisp, sum hevur lagt seg út í kjakið um Suðuroyartunnilin. FMA-tilnevningarnar eru komnar út, so teimum venda vit. Leikurin Skeivur verður frumframførdur í Luux hetta vikuskiftið, har Marius DC er ein av leikarunum. Hann greiðir frá hesum.

    Hin sjónleikarin í dagsins pallborði, Sámal Hansen, greiðir frá sínum leikluti í Seinasta paradís á jørð - og hvat hann gjørdi, tá hann frætti, at hann var í uppskoti til eina Bodil-virðisløn.

    Aftrat øllum tí vitja vit eisini Búnaðarstevnuna á Torradøgunum í Klaksvík, umframt at vit eisini hyggja nærri at arbeiðinum, sum Durita Fagradal Augustinussen hevur gjørt í sambandi við, at hon hevur ment ein dátugrunn fyri Frihedsbrevet, sum hevur kortlagt, hvussu nógv føroyingar eiga av húsum, íbúðum og býlum annars.

    Gestir í Frímælt eru Sissal Kampmann, rithøvundur, Kristinn Vang, journalistur í Frihedsbrevet, Sámal Hansen, sjónleikari, og Marius DC, tónleikari.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    10 min
  • 126. Smettusøgan sum fekk 1000 likes

    Í Frímælt hesa ferð venda vit eini smettusøgu, sum fekk fleiri enn 1000 likes. Vit tosa um eitt politimál, sum bleiv meldað júst tí, at fólk í Føroyum tosa nógv saman - kanska enn tá slatra um fólk.

    Vit viðgera veljarakanningina, sum Portalurin og FM1 hava gjørt. Vit runda Epstein-skjølini, fara ein túr í Hoydalar og syndarligu støðuna, sum Norra er komið í upp á so nógvar mátar, umframt at vit venda Melodi Grand Prix, har Sissal er við fyri aðru ferð. Og til hetta prátið hava vit ein serligan gest á tráðnum.

    Gestir hesa ferð eru Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, Andrias Høgenni, leikstjóri, Jan Vestergaard, sjómaður, og Kristinn Vang, journalistur í Frihedsbrevet.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    5 min
  • 125. Hoydalar og eitt serligt afterparty

    Fólkini í Frímælt hava øll hugt eftir nýggju sjónvarpsrøðini Hoydalar - og tey eru øll á einum máli um, at talan er um framúr gott sjónvarp. Men hvør er teirra yndisspíri ella karaktur? Tað tosa tey millum annað um í hesum partinum.

    Vit eru eisini við til tvær serligar veitslur Aðra hevur Anna Sofía Holm Skoradal verið til, tað var til Robert-virðislønahandanina og afterpartyið, sum har til hoyrdi. Og so var Rólant til Årets ret, sum donsku matummælararnir skipaðu fyri.

    Burtur úr tí spurdist ein samrøða - og í Annu Sofíusa føri ein serlig søga.

    Av øðrum evnum verður eisini tosað um Andrias Edmundsson, norska kongshúsið og Kanye West.

    Gestir eru Sissal Kampmann, rithøvundur og miðlafólk, Anna Sofía Holm Skoradal, tónleikari, og Eyðfinn Bogason Lamhauge, tónleikari.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    5 min
  • 124. Ilt í afturpartin av milliónunum í Oslo

    Tey eru fleiri, sum hava fingið ilt av, at Kringvarp Føroya og Føroya Banki hava kunngjørt, hvussu nógvar pengar føroyingar brúktu í Oslo. Men hví tað - og er tað eitt problem?

    Røðin Gev mær tínar pengar í Frihedsbrevet nærkast endanum. Til dagsins part av Frímælt hevur Rólant funnið fram eina upptøku, sum verður at hoyra í sætta og seinasta partinum av Frímælt, sum er við føroyska falsaran.

    Kaj Leo Holm Johannesen umhugsar at stilla upp aftur í politikki, Sámal Hansen er í uppskoti til eina virðisløn og Fernando Troleis hevur mist móti og flytir av landinum. 

    Hetta og annað mangt er tað, ið fyllir Frímælt hesa ferð.

    Gestir eru Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri, Mikael Blak, tónleikari, og Róar Mørkøre Hansen, lesandi.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    6 min
  • 123. John Johannesen og ein møgulig moska í Føroyum

    Frímælt hesa ferð vendir nýggju avdúkingunum um, at fleiri menn siga seg hava verið fyri kynsligum ágangi frá John Johannesen, verti í Degi og viku. Vit tosa eisini um, at muslimar í Føroyum ynskja sær ein depil ella eitt savningarstað - ikki eina mosku.

    Nakrar feskar søgur koma eisini fram, meðan poddvarpið verður tikið upp. Eitt nú, at Sissal aftur skal royna í danska Melodi Grand Prixnum og at ÓIi Mittún er í uppskoti at verða heimsins besti ungi hondbóltsspælari sambært altjóða hondbóltssamgonguni IHF, umframt at vit eisini venda fagnaðarkonsertini fyri Peturi Pólson, sum var farna vikuskiftið.

    Hetta, kryddað við onkrum røvarasøgum og leysum endum, er dagsins partur av Frímælt.

    Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, Sólfinn Danielsen, eigari av Rødder & vin, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    9 min
  • 122. Oslo-blues áðrenn heimferðina

    Henda seinasta serútgávan av Frímælt, sum snýr seg um hondbólt burturav, er tikin upp í móttøkuni í Clarion The Hub í Oslo, sum hevur verið miðdepilin hjá mongu hondbóltsáhugaðu føroyingunum seinastu vikuna.

    Fólk eru rakt av Oslo-blues longu áðrenn heimferðina, men hava kortini savnað sær orku til at taka saman um fólkaveitsluna, sum hevur verið í norska høvuðsstaðnum síðani EM-endaspælið í hondbólti byrjaði.

    Gestir eru Sunnvá Dahl Høgfeldt, ávirkari, Trygvi Danielsen, rithøvundur, Petur Asbjørn Lervig, miðlamaður, og Tróndur Vatnhamar úr Kringvarpi Føroya.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    11 min
  • 121. Upphiting á VIP-veitslu í Oslo

    Frímælt er flutt til Oslo, har parturin, sum snýr seg um hondbólt burturav, verður tikin upp á Clarion The Hub, sum er savningardepil fyri hundraðtals føroyingar, nú EM-endaspælið í hondbólti hjá monnum byrjar.

     

    Studio er tí sett upp til sonevndu VIP-veitsluni hjá Eventz Føroyar og 62N, har fýra gestir vitja til eitt prát um hondbólt, Oslo, Berlin, Basel, Trier, vónir, væntanir og tað, sum annars kemur at merkja dagarnar í Oslo.


    Gestir eru Turið Arge Samuelsen, fyrrverandi landsliðsleikari í hondbólti, Sjúrður Hildarson Hoydal, frásøgufólk í Kringvarpi Føroya, Agnar Prestá, journalistur á Portal.fo og FM1, og Andrias Eriksen, hondbóltsviðmerkjari.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    11 min

About Frímælt

From the publisher's feed

Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.

More shows like Frímælt

The Daily by The New York Times

The Daily

111,809 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

97 Listeners

Tiden by DR

Tiden

4 Listeners

CelebKebab by Sarah Jane Kok og Mie Frejo Copsø

CelebKebab

5 Listeners

Only in America by RADIO IIII

Only in America

24 Listeners

Fantino og Bonde by Rayo

Fantino og Bonde

22 Listeners

Vi ser på det by RADIO IIII

Vi ser på det

3 Listeners