Í sendingini "Skrivað Stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.
Pál Weihe og Eydna Skaale
Gestir hesa ferð eru Pál Weihe, lækni, og Eydna Skaale, retorikari.
Teksturin til 24. Sunnudag eftir tríeindardag (trinitatis)
Fyrra tekstarøð
Matt. 9,18-26.
Dóttir Jairi og konan við blóðsótt
v18: Meðan hann talaði hetta til teirra, sí, tá kom ein forstøðumaður og fell niður fyri honum og segði: «Dóttir mín er beint nú deyð; men kom og legg hond tína á hana, so livnar hon upp aftur.»
v19: Og Jesus reisti seg upp og fór við honum og lærusveinar hansara.
v20: Og sí, ein kona, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, kom til hansara aftanífrá og nam við faldin á kappa hansara.
v21: Tí at hon hugsaði við sær sjálvari: «Fái eg eina nomið við kappa hansara, so verði eg frísk.»
v22: Men hann vendi sær á, og tá ið hann sá hana, segði hann: «Hav tú gott treysti, dóttir mín, trúgv tín hevur frelst teg.» Og konan varð frísk frá teirri somu stund.
v23: Og tá ið Jesus kom inn í húsini hjá forstøðumanninum og sá har spælimenninar og eina mongd av fólki, ið grótu og illa lótu, segði hann:
v24: «Farið tykkara veg, tí at gentan er ikki deyð, men hon svevur!» Og tey læðu at honum.
v25: Men tá ið fólkamongdin var koyrd út, fór hann innar og tók í hondina á henni, og gentan reisti seg upp.
v26: Og hesi tíðindi komu út um alt landið har um vegir.
Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis.
Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin:
[email protected]