Í januar í 1969 tók Janus Mohr upp dans í Avhaldshúsinum í Vík. Esbern Jacobsen skipar á teimum flestu upptøkunum, sum Janus hevur latið Kringvarpinum. Hetta eru tær einastu upptøkurnar, sum Kringvarpið hevur við Esberni sum skipara.
Esbern var undangongumaður í dansinum í Vík í 50- og 60-árunum. Hesum greiða einkjan, Johild, og teir báðir víkarmenninir, Hans Dávid Vík og Dávur Emil Samuelsen frá.