Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
FAQs about Gesturin & Innskot:How many episodes does Gesturin & Innskot have?The podcast currently has 58 episodes available.
January 22, 2024Gesturin #17 Osmundur JustinussenSamrøða við Osmund Justinussen um niðanfyrinevnda lesarabræv.Í 2017 byrjaði toskafiskiskapurin rættiliga at taka til aftur eftir eina sera drúgva La Nina, sum vardi frá 2010 og til 2016, men í 2017 hevði El Nino fingið yvirtakið aftur og byrjaði tá rættiliga at bragda aftur við fiskiskapinum.Toskafiskiskapurin helt áfram at mennast heilt til 2019. Tey bestu økini til tosk blivu framhaldandi stongd fyri fiskiskapi, og einki bleiv opnað.Komið nakað út í 2019 var toskastovnurin blivin so stórur, at grunnurin kundi ikki rúma honum, og fór hann tískil at gera landgongd inni á firðunum. Ja, toskurin kom inn í hvørja havn og hvønn áarósa at finna sær føði, eftir at hann hevði etið sítt egna avkom úti á grunninum, tí, sum vit vita, so er toskur kannibalur og etur alt, tá svongd kemur á. Tað, sum kom inn á firðirnar, var stórur fiskur, ja, gýtingar-stødd.Vit minnast eisini, hvussu fólk kundu standa á hvørjari kai og veiða tosk við tráðu.Hendan syrgiliga søga endaði við, at tað mesta av toskinum doyði í hungri og lá sløddur út eftir landgrunninum, og var hetta orsøkin til, at lítil og eingin gýtingartoskur bleiv á vári eftir, í 2020 .Osmund Justinussen...more51minPlay
January 08, 2024Gesturin # 15 EHF EURO 2024 - Hilmar Jan Hansen, Asbjorn Nattestad, Pol Jakup PoulsenGesturin # 15 Hilmar Jan Hansen, Asbjorn Nattestad, Pol Jakup Poulsen vitja sendingina...more1h 30minPlay
December 18, 2023"Hvat hendir kring landið” hesafer við SHOP-INNHoyr Anniku Weihe Gregersen, siga frá søguni hjá SHOP-IN og hoyr eisini hví Alexandra og Poulina Keld ynsktu, at keypa júst hendan handilin Ein spennandi framtíð fyri SHOP -INN...more53minPlay
December 04, 2023Gesturin #12 Heini í SkoriniVit tosa um nýggju bókina hjá Heina í Skorini. Eisini nema vit við kríggið í Gaza og truplu umstøðurnar rundan um kríggið.Bókin snýr seg um spenningarnar millum religión øðrumegin og talufrælsið hinumegin, og bókin viðger, hvussu hesir spenningar og samanbrestir koma til sjóndar í altjóða politikki.Talan er um eina populervísindaliga debattbók, sum argumenterar fyri, at rætturin til at hugsa og samskifta frítt um átrúnaðarlig viðurskifti er undir áhaldandi trýsti, bæði online og offline.Stríðið um talufrælsið kemur m.a. til sjóndar í ST, har fleiri lond arbeiða fyri at samtykkja nýggja lóggávu í altjóða lóg, hvørs endamál er at banna religiónskritiskari ella ”blasfemiskari” talu. Hóast bókin er populervísindalig og harvið skrivað til eina breiðari lesarafjøld, so er hon kortini javnlíkamett og góðkend av fakligari metingarnevnd.Bókin hevur higartil fingið góð ummæli í donskum miðlum. Jyllands-Posten gevur bókini fimm stjørnur og skrivar m.a. soleiðis:"Det er både svært og trættende at trænge igennem de mange officielle proklamationer, der udgår fra FN på menneskerettighedsområdet. Men den færøske forsker i international politik, Heini í Skorini (født 1983), gør ikke alene et behjertet forsøg; han lykkes i den grad analytisk med at vikle trådene ud, så at man bedre forstår baggrunden for og dynamikken i den globale kulturkamp (...) Vi gør klogt i at læse den."Og Weekendavísin skrivar soleiðis um bókina:"Skorini giver et fremragende indblik i et vigtigt aspekt af sagen, nemlig hvordan de diplomatiske kampe om ytringsfriheden udkæmpes i FN-systemet. Der ligger solid forskning bag i form af gennemgang af FNs arkiver samt interviews med centrale aktører. Det er bekymrende og interessant læsning."...more1h 36minPlay
FAQs about Gesturin & Innskot:How many episodes does Gesturin & Innskot have?The podcast currently has 58 episodes available.