Menniskju hava til allar tiðir havt sinar atrúnaðir. Fra náttúrureligion og persónligum spiritualiteti til trúnna á fleiri gudar til trúnna á ein guð. Men hvaðani stavar átrúnaður? Hvaðani stavar hugmyndin um ein guð?
Hetta eru nakrir av spurningunum, sum tey fýra, Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, Magnus Gaard, livfrøðingur, Jógvan D. Hansen, heimspekingur, og Dorit Hansen, cand. mag. i enskum og søgu, viðgera í dag.
Háast tey ikki koma við kategoriskum svarum, so eru tey samd um, at trúgvin á ein guð er til, og at hon ikki fer at hvørva i bræði.