Hvat gera føroyskar samkomur fyri at vaksa seg stórar og sterkar? Hví hevur tað týdning, at menniskju koma til persónliga trúgv á Jesus og leggjast afturat? Og í hvønn mun taka føroyskar samkomur støðu til aktuellar politiskar spurningar, sum eyðkenna okkara samtíð? Í hesi fyrstu sendingini vitja vit Kelduna í Skálabotni, sum er ein tann størsta frísamkoman í Føroyum.
Vit hitta eisini ein mann, sum einaferð var ungdómsleiðari í Kelduni, men sum tók seg úr samkomuni, tí hann var samkyndur. Hví gjørdi hann tað? Kann man ikki vera samkyndur og virkin trúgvandi í senn? Keldan er ein av trimum sonevndum karismatiskum samkomum í Føroyum.
Tann karismatiska rørslan kyknaði í Føroyum sjeytiárunum, tá kirkjufólk rýmdu úr kirkjuni, tí tey tráaðu eftir einum øðrvísi kristindómi, sum ikki kundi rúmast í siðbundnu kirkjuni. Karismatiskar samkomur leggja stóran dent á, at hin trúgvandi kann uppliva heilaga andan persónliga.
Læran um sonevndar náðigávur - t.d. tungutalu og grøðing - er sentral í karismatiskari gudfrøði. Hetta er tann fyrsta av seks sendingum, sum varpa ljós á føroyskan kristindóm í okkara samtíð.
Lagt til rættis: Heini í Skorini.