Vit hoyra Dansifelagið í Havn kvøða Langben Rise (Kong Tidrik sidder udi Beren), Niels á Velbastað skipar. John Lisberg skipar brot úr Tíðrikskappum í Sumbiar Dansifelag. Síðani hoyra vit tríggjar tættir í Jøkilskvæði. Fyrst kvøða sumbingar, Jens Kjærbo skipar. Síðani hoyra vit eina upptøku við sumbingum, dalbingum og havnarmonnum í eini veitslu hjá Dansifelagnum í Havn, Jóannes Johannesen skipar. At enda skipar Hákun Jacobsen triða tátta í Jøkilskvæði í Dansifelagnum í Havn. Eftir Jøkilskvæði hoyra vit Jón Joensen í Bø skipa Seyðamannin á Sondum í Vága Dansifelag.