Dansival

Hanus Kamban er gestur í Dansivali


Listen Later

Tættirnir eru væl yrktir og eru ofta havdir á gólvi.
Falkaríman er um eina hending, tá donsku embætismenninir sendi Islands Falk til Bergen eftir Andrassi Samuelsen. Teir vildu hava hann til Føroya at verja borg móti unga sjálvstýrismanninum, Edvardi Mortensen, sum kortini vann valið. Sambandsfall speirekur nakrar av fremstu sambandsmonnunum á skemtiligan hátt.
Nólsoyingar kvøða Falkarímuna við einum serligum lagi og Dansifelag Kaggans og Tøkum Lætt kvøða hana við lagnum til Gentukæti.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

DansivalBy Kringvarp Føroya