Sum 19 ára gomul fekk Marita Olsen av Skála staðfest eina sjáldsama krabbameinssjúku í hálsinum. Eftir ikki færri enn 70 kemoviðgerðir og eini 30 stráluviðgerðir kundu læknarnir eitt ár seinni fortelja henni, at hon var frísk.
Men mongu viðgerðirnar høvdu havt stóra ávirkan á unga kroppin. Eitt nú skuldi Marita Olsen venja seg við tankan um, ongantíð at kunna gerast við barn.
- Tað vóru hørð boð at fáa, tí sjálvandi hevði eg sum so nógvar aðrar gentur hugsa tankan, at eg einaferð skuldi hava børn, sigur Marita Olsen.
Lagnan vildi tað tó øðrvísi, tí í dag eiga Marita Olsen og unnustin tvey børn.