- Mann plagar at siga, at øll sár lekjast, men henda upplivingin er nakað, sum altíð kemur at standa føst í minninum.
Soleiðis sigur 65 ára gamli Manni Waag Høgnesen um syrgiligu ferðsluvanlukkuna, hann var partur av fyri 39 árum síðani í Klaksvík.
Ein 13 ára gamal drongur kom koyrandi á súkklu frá einum síðuvegi og rendi beint á bilin.
- Eg hevði ongan kjans fyri at síggja hann. Politiið segði eisini, at eg kundi ikki gjørt nakað fyri at forða fyri hendingini, sigur Manni Waag Høgnesen, sum í nøkur ár arbeiddi sum hýruvognsførari, áðrenn hann bleiv koyrilærari.
Hendingin hevði stóra ávirkan á Manna Waag Høgnesen, og heldur óvæntað bleiv hon byrjanin upp á eitt vinarlag fyri lívið.
- Foreldrini at dronginum, sum doyði, tóku sær væl av mær frá fyrsta degi av. Ongantíð eri eg blivin so væl móttikin ini í nøkrum heimi, sum eg bleiv inni hjá teimum, sama kvøldið sum vanlukkan var, sigur Manni Waag Høgnesen.
Í Vegamótinum fortelur Manni Waag Høgnesen millum annað um hendingina, vinarlagið millum familjurnar, og hvussu ferðsluvanlukkan framvegis er í minninum.