Hermann & Helmsdal

Hermann & Helmsdal

By Hermann Eliassen and Gudmund HelmsdalTV & FilmFilm InterviewsFilm Reviews
Download on the App Store

Hermann & Helmsdal episodes

  • Hermann & Helmsdal Special - Meta G! 2026

    Vit meta um G! á G! saman við Daniu O. Tausen og Knút Háberg Eysturstein. Beinleiðis upptøka við áhoyrarum úr Tøting leygardag seinnapart. Mett verður um konsertirnar hósdagin og fríggjadagin - gleða okkum til konsertirnar leygardagin - og vit meta um G! konsepti sum heild.

    53 min
  • Hermann & Helmsdal hitta Hettarher í Hoydølum

    Vit vitja Hettarher í studio teirra í Hoydølum.

    Torleik Mortensen og Andreas Tykjær Restorff greiða frá, hvussu teir skapa filmstónleik – frá fyrstu skitsu til liðugt ljóðbland. Vit tosa um arbeiðsgongd, samstarv við leikstjórar/klipparar og dramaturgi í ljóði – og hvussu tónleikur lyftir filmsfrásøguna.

    Lurta, tagga, deil – og gev okkum endiliga viðmerkingar á SoMe

    Hermann & Helmsdal á SoMe:

    http://instagram.com/hermannoghelmsdal_poddvarp/

    https://www.facebook.com/profile.php?id=61558898460491

    Lurta eftir filmstónleikinum hjá Hettarher her:

    Applemusic:

    111 Góðir Dagar
    https://music.apple.com/us/album/111-g%C3%B3%C3%B0ir-dagar-feat-silvurdrongur-original-motion/1776863003

    Seinasta Paradís á Jørð
    https://music.apple.com/us/album/seinasta-parad%C3%ADs-%C3%A1-j%C3%B8r%C3%B0-original-score/1807326209

    Spotify:

    111 Góðir Dagar
    https://open.spotify.com/album/6SSkaBy6lsumF2d7vYYKQQ?si=qYjiVIYnRWutJEykXJ-O3w

    Seinasta Paradís á Jørð
    https://open.spotify.com/album/3fbLvmPJBik3wmX0kwMzbg?si=VfMgKLyHRuCQgBA8vQs8Rw

    #Hettarher #HermannHelmsdal #filmstónleikur #Føroyar #ljóðmynd #podcast #filmmaking

    1 hr 6 min
  • Live á G! við Knút Háberg Eysturstein.

    Live upptøka á G! Festivalinum, har vit høvdu vitjan av áskoðarum, og ikki minst Knút Háberg Eysturstein.

    Knút valdi sær út nøkur løg úr filmum, sum honum dámar, og saman tosaðu vit um hesi løg og filmarnar, sum tey eru úr. Filmsnørdaríið var í hásæti meðan tosað varð um alt frá Tarantino til Sergio Leone. 

    Ein fantastiskt løta á G! 2025, sum tú kanst hoyra her:)

    38 min
  • 28 Years Later Ummæli + Mega zombiefilm prát!

    28 Years Later er seinasti filmurin hjá Danny Boyle. Hetta er tann 3. filmurin í "28" røðini,  og at tosa um hetta hava vit  vitjan av - the one and only - Rúna.  Friis Kjær. Saman ummæla vit filmin, og vit tosa eisni um zombie filmsjangruna sum heild (okkurt av tí endar við at verða nokkso groteskt:)

    1 hr 22 min
  • How to Train Your Dragon Ummæli

    How to Train Your Dragon, sum í stóran mun gongur fyri seg í Føroyum, er komin í biografin, og sjálvandi ummæla vit filmin í Hermann&Helmsdal.

    How to Train Your Dragon er eitt so kallað "live action remake" av kenda teknifilminum, so vit tosa eisini eitt sindur um hetta útbreidda fenomenið, har klassiskir filmar vera umgjørdir til spælifilmar. 

    Tað er eitt sindur svingandi, hvussu hetta eydnast frá filmi til film, so hetta tosa vit eisini eitt sindur um:)

    53 min
  • Seinasta Paradís á Jørð.

    Sakaris Stórá er háaktuellur við filminum Seinasta Paradís á Jørd, sum hann hevur bæði skrivað og leikstjórað.

    Sakaris vitjar Hermann&Helmsdal á øðrum sinni, og sigur okkum søgur um, hvussu filmurin var gjørdur.   

    56 min
  • H&H - Stephen Cleary Returns

    Navnframi filmhandrits konsulenturin/ráðgevin (scripdoktarin) Stephen Cleary er aftur á vitjan í Føroyum, og sjálvandi máttu vit í Hermann & Helmsdal fáa eitt prát við hann aftur. 

    Geytin er háaktuellur, so tað er upplagt, at prátið hesuferð snúgvar seg um stuttfilmin sum ein serstøk filmsjangra. 

    Hvat er ein stuttfilmur? Hvussu langir skulu teir vera? Hvat skulu teir handla um?Hvussu slær ein ígjøgnum við einum stuttfilmi? 

    Hetta er alt nakað, sum Stephen dagliga arbeiðir við, og hann greiðir okkum frá øllum!

    59 min
  • H&H - Nadia Abrahamsen - Barnafilmfestivalurin.

    Vit tosa við powerhouse framleiðaran Nadiu Abrahamsen, sum saman við Filmhúsinum, hevur lagt til rættis og skipar fyri Barnafilmfestivalinum. Eisini hevur Nadia tikið stig til afturvendandi Minority Filmfestivalin. Oooooog so tosa vit eisini við Nadiu um hennara (heila) skelkandi rollu í filminum No Rest for the Wicked.

    59 min

About Hermann & Helmsdal

From the publisher's feed

Hermann & Helmsdal is a Faroese film podcast about what’s on screen—and how it’s made.

Hosts Hermann Eliassen and Gudmund Helmsdal review new releases and classics, and sit down with…