Hinvegin - KVÖKING

Hinvegin - KVÖKING

By HinveginNewsNews Commentary
Download on the App Store

Hinvegin - KVÖKING episodes

  • KVÖKING nr 19 - Elians Sonur og Högni Mohr

    Summi siga, at hann og hansara líkar eru stórsta hóttanin móti fólkaræðinum. Summi halda hann er bara skilagóður, væl orðaður og áhugaverdur. Flestu eru samd um, at hann bjóðar av.

    Jón og Arni práta við mest umrødda útvarpspersón seinastu tíðina, Ragnar Eliansson og framleiðaran Høgna Mohr. Báðir nógv umrøddir í seinastuni í samband við poddvarpið "Elians sonur," sum fekk stóran part av føroysku andselituni upp at spjálka.

    1 hr 51 min
  • Hinvegin - Jón prátar við Eivind 2. juni 2024

    Jón prátar við Eivind Jacobsen beinleiðis í Hinvegin upptøkuhølunum í Norðragøtu.

    Teir práta um gongdina í krígnum í Ukraina, um valdsjavnvágina millum sunnanlond og vestanlond og hvussu hetta ávirkar okkum í Føroyum.

    58 min
  • Hinvegin - Tyril og Jóansdóttir - gestur: Bárður Larsen

    Jón Tyril og Birita L. Jóansdóttir práta við Bárð Larsen, løgfrøðing og adjunkt á Fróðskaparsetrinum um Heimsheilsustovnin WHO, nýggju viðtøkubroytingarnar og nýggja farsóttarsáttmálan, sum Árni Skaale hevur sett Margit Stórá skrivligan fyrispurning um.

    Tey koma í prátinum inn á mangt viðv. fólkaræði, nærdemokratii mótvegis stórum altjóðafelagskapum, fólkaræðisligari traditión og virðum og perspektivera tað í eitt føroyskt høpi.

    Prátið var upprunaliga sent beinleiðis hin 2. apríl 2024

    1 hr 18 min
  • KVÖKING nr 16

    Jón og Arni práta um Ron Paul, libertarianismu, frælsi, tvingsil, forboð, Adam Smith, John Locke og mangt annað.

    Við "live audience".

    1 hr 29 min
  • KVÖKING nr 15

    Summi hava eftirlýst meira ósemju í poddvarpinum. Well, Jón Tyril og Arni Zachariassen vassa aftur út á djúpt vatn, har ilt er at grynna, men hesaferð eru teir ikki eins samdir, hvønn veg, svimjast skal, sum teir onkuntíð hava verið. Er tað t.d. í lagi at samfeløg nýta harðskap? Hvar koma mannarættindi frá? Er okkara sivilisatión treytaleyst góð? Hvørjum skyldar tú trúskap, kongi ella næstanum? Hvat er ein tjóð? Fremur Ísraelska stjórnin fólkadráp í Gaza, og mangt annað kemur upp at venda í hesum partinum av KVÖKING. Lat okkum endiliga frætta í viðmerkingunum, hvat tit halda um hesi tingini, vit práta um, ella um poddvarpið hjá okkum sum heild. Vit taka fegnir móti afturmeldingum, hugskotum, rísi og rósi. Til vit aftur sita á kjørbreyt og hvøtja.

    1 hr 15 min
  • KVÖKING NR 14 - við Høgna Mohr

    Ársins fyrsta kvöking saman við rithøvundanum og menniskjanum Høgna Mohr. Vit práta serliga um hvussu koronatíðin upplivdist, hvønn leiklut myndugleikar, fjølmiðlar og vanlig fólk høvdu, um pedel-syndromið, pringles-metoduna, um at nýta búkkensluna, til tess at skyna millum rætt og rangt, og mangt annað.

    1 hr 13 min
  • KVÖKING nr 12 - um Kringvarpið og Ísrael/Gaza

    Arni og Jón royna sum frægast at skava varisliga í lakkinum og at jokka sum minst í spinatið, tá ið teir práta um tvey mikið umstrídd evni seinastu tíðina, Kringvarp Føroya og Ísrael-Gaza stríðið. Hvussu tað gekst, kanst tú hoyra her í 12. parti av KVÖKING

    1 hr 8 min

About Hinvegin - KVÖKING

From the publisher's feed

Jón og Arni um áhugaverd evni, stundum eru gestir á vitjan, stundum bara teir báðir.

More shows like Hinvegin - KVÖKING

True Story by Martin Hylander

True Story

75 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners