Heimið á Gadd á Nesi var eitt fiskimannaheim burturav og uppunaliga var eingin jørð í húsinum. -Kortini fóru vit ongantíð svong til songar, sigur Hans Jacob á Gadd.
Ikki fyrr enn prestajørðin á Nesi varð býtt millum húskini í bygdini, kom kjøt á borðið uppi á Gadd, sum var langt omanfyri hini húsini í bygdini.
Húsini á Gadd eru varðveitt og Fornminnisfelagið á staðnum vísir tey nú fram sum eitt gamalt fiskimannaheim.
Tórður Mikkelsen hevur lagt sendingina til rættis.