
Sign up to save your podcasts
Or


"Vit eru føroyingar serstøk tjóð", yrkti Pól f á sinni. Men hvat merkir tað at vera føroyingur í 2011? Hvat merkir tað í heila tikið at hoyra til eina tjóð? Er føroyskleiki tengdur at máli, mentan og siðum, ella er tað nóg mikið at kenna seg sum føroying? Í mong ár hava globalisering, kapitalisma og multikulturalisma máað støðið undan nationalum mørkum um allan heim, men samstundis hava tjóðskaparflokkar framgongd í fleiri europeiskum londum. Í dag spyrja vit nørdarnar: Hvat merkir tað at vera føroyingur í dag? Hvaðani stavar hugtakið tjóð? Og kunnu vit ímynda okkum ein heim uttan landamørk, har vit øll eru heimsborgarar fyrst og fremst?
By Kringvarp Føroya"Vit eru føroyingar serstøk tjóð", yrkti Pól f á sinni. Men hvat merkir tað at vera føroyingur í 2011? Hvat merkir tað í heila tikið at hoyra til eina tjóð? Er føroyskleiki tengdur at máli, mentan og siðum, ella er tað nóg mikið at kenna seg sum føroying? Í mong ár hava globalisering, kapitalisma og multikulturalisma máað støðið undan nationalum mørkum um allan heim, men samstundis hava tjóðskaparflokkar framgongd í fleiri europeiskum londum. Í dag spyrja vit nørdarnar: Hvat merkir tað at vera føroyingur í dag? Hvaðani stavar hugtakið tjóð? Og kunnu vit ímynda okkum ein heim uttan landamørk, har vit øll eru heimsborgarar fyrst og fremst?