Hyggjuráðið

Hyggjuráðið


Listen Later

Geytavirðislønirnar vórðu handaðar seinasta leygarkvøld, tá Geytin 2020 var í Norðurlandahúsinum. Átta føroyskir stuttfilmar vóru tilnevndir, og teir vórðu allir vístir leygarkvøldið. 
Tað var eksistentialistiski barna-stuttfilmurin "Hví eru vit her?" hjá Búa Dam og Dánjali á Neystabø, ið vann Geytan. Skerpiwestern stuttfilmurin "Trøllabeiggi" hjá Gudmundi Helmsdal vann áskoðaravirðislønina. 
Gunnvá Zachiariasen, sjónleikari og Hermann Eliassen, miðlafrøðingur, vóru við leygarkvøldið. Tey ummæla vinnarar og hinar tilnevndu filmarnar í Hyggjuráðnum.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

HyggjuráðiðBy Kringvarp Føroya