Dansival

Jógvan Højsted er gestur í Dansivali - 2


Listen Later

Tá Jógvan Højsted fór til Havnar í læru fór hann at dansa í Avholdinum, í avhaldshúsinum í Avhaldsbrekkuni, har fólk í felagnum, Merkið, dansaðu. Seinri fór hann upp í Dansifelagið í Havn, sum hann framvegis dansar í.
Jógvan heldur, at Poul Eide hevur havt sera stóran týdning fyri føroyska dansin, og harmast um, at dansistovan í Funningi, sum Poul var høvuðsmaður at fáa upp, er so illa farin.
Umframt at dansa í Dansifelagnum, dansar hann í Dansifelagnum á Látrinum á Eiði og í Tøkum Lætt.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

DansivalBy Kringvarp Føroya