Aftur í ár verður skipað fyri stórari jólakonsert í Løkshøll, og aftur í ár hevur tað eydnast fyrireikarunum at savna saman eitt gott og fjølbroytt tyssi av kendum og minni kendum sangarum og tónleikarum.
Lagt er upp til eitt hugnaligt og undirhaldandi kvøld við góðum sangi og tónleiki.
Tey, ið framføra, eru: Linda Andrews, HIGH5, Sigrid Rasmussen, S7EY, Heini Lützen, Jórun Pólsdóttir, Hervør á Torkilsheyggi, Barbara Gaardbo og Jan Jacobsen.