Í okkara hjørtum líkjast vit øll Jónasi. Vit standa ímóti náðini og hinum heilaga. Tann Gud, sum vit siga okkum tæna, sleppur ikki heilt tætt inn at okkara hjørtum. Øll, sum vit møta í Jónasarbók, hava tørv á tí sama, nevniliga Guds ríku náði. Hetta hava tú og eg eisini tørv á fram um alt annað!
Tilfarið, sum eg havi brúkt í sambandi við hesa ljóðbók, havi eg í ein stóran mun frá bókini hjá Iain M. Duguid: Jonah - Grace for Sinners and Saints.